? Eg eri sannførdur um, at vit ofta eru til stóran ampa fyri ferðslutrygdina. Tað má ein troyttur bussførari, ið hevur koyrt í átta til nýggju tímar uttan steðg, vera.
Heðin Skarðhamar er bussførari hjá Bussleiðini í Havn. Hann sigur seg av royndum vera vísan í, at arbeiðsumstøðurnar hjá bussførarum og førarum á tungum akførum í Føroyum annars eru til stóran ampa fyri ferðslutrygdina.
Eingin reglugerð
Í grannalondum okkara eru greiðar reglugerðir fyri arbeiðsumstøður hjá førarum á tungum akførum. Staðfest er við lóg, at tað ikki er loyvt buss-, lastbila- og trailaraførarum at koyra meira enn hálvan fimta tíma uttan steðg. Men møguleiki er eisini fyri at býta steðgin sundur, so førarin koyrir ein góðan tíma og heldur síðani steðg í eitt korter. Tó er ikki loyvt at hava styttri steðgir enn eitt eitt korter.
Sambært Heðini Skarðhamar, bussførara, eru als ongar reglugerðir um koyritíðir hjá buss- og lastbilaførarum í Føroyum. Tí kunnu arbeiðsgevararnir leggja tungar arbeiðsbyrðar á førararnar, uttan at tað ber til at kæra um hetta.
Men gongst tað, sum Heðin Skarðhamar og aðrir bussførarar ætla, so kemur broyting í hesi viðurskifti. Teir ætla nevniliga at mótmæla arbeiðsumstøðunum hjá bussførarum hjá Bussleiðini í Havn og hjá buss- og lastbilaførarum annars, um undirtøka fæst fyri hesum.
Ov tronga ferðaætlan
? Bussførarar í Havn hava alt ov tronga ferðaætlan. Tá farið er um middag, skulu vit allatíðina stríðast fyri at innheinta teir minuttirnar, vit eru ov seinir. Tískil fáa vit aldri nakrar hvílisteðgir. Hetta, saman við drúgva arbeiðsdegnum, ger, at vit eru til ampa fyri ferðsluna í býnum.
Júst tað sama heldur Heðin Skarðhamar vera galdandi fyri bussførararnar hjá Bygdaleiðum - serliga fyri teir, ið koyra á teimum longru farleiðunum.
? Bussførararnir, ið koyra til flogvøllin og til Leirvíkar, hava, eins og vit, ógvuliga vánaligar arbeiðsumstøður. Teir koyra langa strekkið aftur og fram fleiri ferðir um dagin, uttan nóg langar hvílisteðgir. Tí verða teir, eins og vit býarbussførarar, til ampa fyri tryggleikan í ferðsluni.
Heilt galið hjá trailarunum
Heðin Skarðhamar vísir eisini á, at trailaraførarar í Føroyum koyra tvær ferðir so nógvar tímar, sum trailaraførarar í grannalondunum. Hann sigur, at ein føroyskum trailaraførari, sum til dømis koyrir við fiski úr Eysturoynni til Havnar, koyrir umleið 90 tímar um vikuna. Til samaberingar vísir hann á, at trailaraførarar í Danmark koyra 90 tímar í 14 dagar. Tað er nevniliga ikki loyvt teimum at koyra meira.
Heðin Skarðhamar sigur, at trailaraførararnir ikki eru eins sinnaðir at mótmæla arbeiðsumstøðunum og krevja reglugerð fyri koyritíðina, sum bussførararnir. Orsøkina til hetta heldur hann vera, at trailaraførararnir vinna nógvan pening av drúgvu koyritíðunum.
Men Heðin Skarðhamar heldur tó, at neyðugt er at gera nakað við hetta. Hann heldur, at tað bara er ein spurningur um tíð, til ógvuslig vanlukka fer at spyrjast burturúr drúgvu arbeiðstíðunum hjá føroysku førarunum.
? Vit kunnu hugsa okkum sorgarleikin, um ein troyttur bussførari við fullum bussi av fólki og ein troyttur trailaraførari við 40 tonsum av fiski rendu saman, sigur hann.
Reglugerð og koyriskivu
Heðin Skarðhamar heldur, at til ber at loysa trupulleikan við arbeiðsumstøðunum hjá bussførarum og øðrum førarum við at seta í gildi eina reglugerð fyri, hvussu leingi tað er loyvt einum førara at koyra uttan steðg, somuleiðis, sum hon eisini skal siga, hvussu langir steðgirnir skulu vera.
At halda eftirlit við, at hesar reglugerðir verða fylgdar, heldur Heðin Skarðhamar ikki vera nakran trupulleika. Hann vísir á, at vanligt er aðrastaðni, at bussar, lastbilar og trailarar hava sokallaða koyriskivu undir kilometurvísaranum, har tað sæst, hvussu leingi og hvussu langt førarin hevur koyrt. Hesa koyriskivu hevur løgreglan rætt til at síggja, nær tað skal vera.