Bussarnir skulu koyra longri og longur

Býráðið í Havn er farið undir at endurskoða Bussleiðina. Sum skilst er ætlanin at økja bæði um túratalið og at lata bussarnar koyra longur út á kvøldið um vikuskiftini.

Havn: - Koyr ókeypis við Bussleiðini í Havn!
Hetta ljóðar sum ein dreymur hjá mongum, sum dagliga gera nýtslu av býbussunum í Havn. Men komandi ár verður hetta veruliga gjørligt men bert í eina viku, væl at merkja.
Komandi ár fer nevniliga aftur at verða skipað fyri teirri serstøku Umhvørvisvikuni, har ruddast skal allastaðni í kommununi fyri at gera býin bæði reinan og fríðan.
Sum ein part av hesi vikuni er ætlanin somuleiðis at bjóða fólki ta tænastuna, har borgararnir sleppa at koyra ókeypis við bussunum hesa vikuna.
Við hesum ynskir býráðið at fólk skulu læra at gera nýtslu av Bussleiðini, samstundis sum tey lata bilin standa heima við hús.
- Tað eru helst fleiri borgarar í Havn sum ongatíð hava koyrt við bussunum. Men vit vóna, at mong fara at taka bussin hesa serstøku vikuna og ikki minst aftaná!, sigur Marin Katrina Frýdal, sum er forkvinna í Teknisku nevnd.

Oftari og longur
Henda ætlanin er bert ein liður í arbeiðinum at endurskoða Bussleiðina í framtíðini.
Hetta arbeiðið er farið í gongd, og gongst sum ætlað verða munandi broytingar settar í verk longu eftir summarsteðgin komandi ár.
Eitt arbeiði er nú farið í gongd við at finna fram til, hvussu Bussleiðin kann verða til enn størri nyttu og gleði fyri borgararnar í býnum.
Lítil ivi man vera um, at mong fólk helst vildu gjørt brúk av hesi tænastuni, men fyri mong er hetta busssambandið ikki nøktandi.
Orsøkirnar til hetta eru tvinnandar:
Í fyrstu atløgu er støðan hon, at bussarnir ikki koyra nóg ofta í dagtímunum, tá sum mest er av fólki, ið kundu gjørt brúk av tænastuni.
Í øðrum lagi verður ofta havt á máli millum manna, at bussarnir gevast at koyra alt ov tíðliga um vikuskiftini. Hetta rakar serliga tey, sum búgva í útjaðarinum av býnum.
Hesar kærurnar og hesa misnøgdina hevur Marin Katrina eisini hoyrt, og er samgongan tí sinnað at bøta munandi um hetta í komandi ári bæði við øktum túratali og longri koyring.
Hetta er eisini í tráð við ætlanina í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu. Her stendur m.a., at ætlanin er at økja um busskoyringina, samstundis sum ein vónar at minka um ferðsluna í miðbýnum í Havn.
- Á henda hátt vóna vit at Bussleiðin kann gerast eitt veruligt alternativ til alla ferðsluna í býnum: At fólk lata bilin standa heima við hús og nýta bussarnar ístaðin, sigur Marin Katrin Frýdal.



2700 ferðandi
Hagtøl fyri Bussleiðina vísa, at teir sjey býbussarnir flyta í miðal 2.700 fólk um dagin á teimum fýra leiðunum í Tórshavn og á Argjum.
Haraftrat verður koyrt úr Kollafirði til Tórshavn og aftur fimm ferðir dagliga gerandisdagar, og somuleiðis úr Tórshavn til Kaldbak og aftur fimm ferðir dagliga.