Bussar allar dagar í vikuni

Ókeypis bussleiðin er eitt serstakliga væl eydnað átak. Fleiri enn 100.000 ferðandi brúka bussarnar  flestu mánaðirnar. Kortini er rúm fyri betringum. Bussarnir eiga at koyra fyrr á degi, seinni um kvøldarnar og sunnudagar.

Fleiri orsøkir eru til, at vit í Tórshavnar Kommunu kunnu vera stolt av, at vit hava eina skattafíggjaða bussleið. Tað er munandi betri fyri umhvørvið og fyri fólkaheilsuna, at leggja dent á felags ferðslu. Minni ferðsla við privatbilum hevur eisini við sær, at tørvurin á viðlíkahaldi av infrakervinum gerst minni, eins og t.d. børn og ung ikki eru tengd at, at fáa foreldur ella onnur at koyra seg. Tað gevur báðum pørtum størri frælsi og fleiri møguleikar.

Tískil er tað ógvuliga gleðiligt, at bussarnir í kommununi verða so nógv brúktir. Men nakrar forðingar eru, sum gera at ikki øll kunnu brúka bussin. Fleiri skulu møta til arbeiðis áðrenn bussarnir byrja at koyra, og somuleiðis eru fólk, sum ikki eru liðug, fyrr enn bussarnir eru givnir at koyra. Hesi fáa sjálvandi ikki  brúkt bussarnar.

Um vikuskiftini hava fólk ikki minni brúk fyri bussinum. Kanska skal okkurt keypast, ein er boðin út til fólk, ella ein arbeiðir í vikuskiftinum. Ja, fleiri fólk eru beinleiðis tengd at bussunum. Tak eitt nú eldri fólk, sum fegin vilja fara í kirkju, á møti, til ítróttartiltak ella annað,  ein sunnudag. Fleiri teirra hava ikki bil ella koyrikort, og setast tískil aftur. Støðan er tann sama hjá nógvum familjum, sum ikki hava ráð til bil, og hjá fólki, sum bera brek av ymsum slagi, ið ger at tey ikki kunnu koyra sjálvi. Hjá hesum fólkum er brúk fyri, at bussarnir koyra meira leygardagar, og at bussarnir koyra sunnudagar.

Vit eiga sum kommuna at veita øllum eitt munagott tilboð allar dagar í vikuni. Og her kann kommunan betra um umhvørvið og trivnaðin í einum og sama tiltaki.

Tí vil eg arbeiða fyri, at bussleiðin blívur eitt tilboð, sum í størst møguligan mun nøktar tann tørvin, ið hin einstaki hevur brúk fyri. Allar dagar í vikuni.