Tað er ivasamt um samgongan megnar at fáa hallið burtur í 2016.
Tað sigur Búskaparráðið, sum í morgun leggur fram sína heystfrágreiðing.
Búskaparráðið vísir á, at landskassin hevur havt rakstrarhall síðani 2008, og tí er skuldarbyrðan hjá landskassanum vaksin.
Víðari sigur Búskaparráðið:
- Seinastu roknskapirnir benda á, at ætlanirnar hjá landsstýrinum at minka hallið ikki ber á mál.
Hallið hjá landskassanum var 335 milliónir krónur í fjør. Tað eru 13 milliónir krónur meira enn í 2011.
- Búskaparpolitikkur er bert haldførur, tá framtíðar inntøkur kunnu fíggja framtíðar útreiðslur, og fult tamarhald tískil fæst á skuld og nettoogn hjá tí almenna. Nógv bendir á, at hetta ikki er galdandi í løtuni, sigur Búskaparráðið.
Ráðið vísir á, at uppsparingin hjá føroyingum til eftirløn er ógvuliga lág. Og tann trupulleikan hevur landsins leiðsla ikki tikin í nóg stórum álvara. Sambært Búskaparráðnum átti eftirlønaruppsparingin at vera umleið fýra ferðir størri.
Føroyingar eiga 7,7 milliardir í eftirlønaruppsparing. Skuldu vit samanborið við uppsparingina hjá dønum og íslendingum, átti føroyska eftirlønaruppsparingin at vera umleið 29 milliardir.
Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, leggur í løtuni fram heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum.










