Búskaparpolitikkurin hevur dumpað

Tað er eingin ivi um, at búskaparpolitikkurin hjá landsstýrinum hevur dumpað, heldur Poul Michelsen

Tað er eingin ivi um, at búskaparpolitikkurin hjá landsstýrinum hevur dumpað, heldur Poul Michelsen, formaður í Framsókn og andstøðulimur.


- Í ár verður undirskotið 200 milliónir størri enn mett, tað vil siga næstan 100 prosent meiri enn tað, tey mettu. Tað sigur seg sjálvt, at tá mást tú viðganga, at okkurt er galið, sigur Poul Michelsen millum annað um fíggjarlógaruppskotið.


Hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við Poul Michelsen, við at trýsta á pílin undir myndini.