Amerikanski forsetin, George W. Bush, hevur nú almannakunngjørt, hvussu stjórnin í Washington metir útlitini fyri varandi friði í Miðeystri. Tað hendi, tá forsetin helt røðu uttan fyri Hvítu Húsini fyrrakvøldið.
Sum væntað boðaði Bush frá, at USA tekur undir við hugskotinum um eitt palestinskt ríki, men at tað kann ikki skipast beinanvegin. Í røðuni metti forsetin, at eitt fyribilsríki kann skipast innan hálvt annaðár, og at tað endaliga palestinska ríkið Palestina kann setast formliga á stovn um trý ár.
Tað, sum vakti størsta ans, var, at amerikanski forsetin setti sum treyt, at palestinar fáa sær annan leiðara fyri Yasser Arafat. Bush nevndi ikki Arafat við navni, men tosaði um eina aðra palestinska leiðslu.
Sjálvur hevur Yasser Arafat ikki gjørt nakrar beinleiðis viðmerkingar til røðuna hjá forsetanum, men í einari kunngerð frá palestinsku myndugleikunum stóð, at palestinar eru fegnir um innihaldið í røðuni. Kravið um, at Arafat skal frá, varð ikki nevnt í kunngerðini, men palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, segði í gjár, at Arafat er palestinskur forseti. Hann helt tað ikki vera neyðugt at siga meiri um tað.
ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, segði í sínari viðmerking gjáramnorgunin, at hann var fegin um tað, sum Bush hevði sagt um eitt palestinskt ríki. Spurdur, hvat hann helt um kravið um, at Arafatskal frá, svaraði Kofi Annan, at tað eru palestinar, sum gera av, hvør er teirra leiðari.
Politiskir eygleiðarar í Washington søgdu í gjár, at røðan hjá Bush var ikki nóg greið, og at nógvir leysir endar vóru í henni.