Bush viðgekk mistøk og brek

Amerikanska stjórnin skal hava eina nýggja ráðstovu, sum skal umsita landsins trygd

Amerikanski forsetin, George W. Bush, viðgekk í einari sjónvarpsrøðu gjáranáttina, at landsins fregnartænastur skiltu ikki illgrunan og heldur ikki ávaringarnar undan tí, sum hendi tann 11. september í fjør. Forsetin segði kortini, at út frá teimum upplýsingum, sum hann hevur sæð, heldur hann ikki, at myndugleikarnir kundu havt fyribyrgt tí, sum hendi.
- Men nú vita vit, at túsundtals væl vandir drápsmenn fyrireika seg til at leypa á okkum. Hesin ræðuligi veruleikin noyðir okkum at fara øðrvísi fram enn higartil, segði forsetin í røðuni.
Ein hoyring í Kongressini hevur seinastu dagarnar avdúkað, at samveldisløgreglan FBI var ávarað um, at okkurt kanska var á vási, men at leiðslan lat ikki við seg koma. Í gjár avhoyrdi Kongressin FBI-agentin Coleen, sum í síðsta mánað sendi FBI-stjóranum, Robert Mueller, eitt langt bræv, har hon fanst hvassliga at arbeiðsháttinum hjá leiðsluni.
Men Bush lovaði í røðu síni amerikanska fólkinum, at hann og stjórnin hava sett sær fyri at rætta skeivleikarnar. Til tess hevur stjórnin samtykt at skipa eina nýggja ráðstovu, sum skal hava ábrygdina av innanlendis trygdini. Fíggjarætlanin hjá ráðstovuni verður umleið 300 milliardir krónur, og forsetin bað Kongressina játta pengarnar seinni í ár.
Tann nýggja ráðstovan skal samskipa arbeiðið hjá fregnartænastuni CIA, samveldisløgregluni FBI, Secret Service, tollvaldinum, innflytaramyndugleikunum og marknaeftirlitinum.
Sambært amerikanskum eygleiðarum er ein ætlan við nýggju ráðstovuni at bøta um viðurskiftini millum CIA og FBI, sum í mong ár hava lagt størri dent á at kappast enn at samstarva.