Bush størri vandi fyri friðin enn Saddam Hussein

Triði hvør breti heldur, at amerikanski forsetin er ein størri hóttan ímóti heimsfriðinum enn irakski forsetin.

Ein meiningakanning í Bretlandi vísir, at 76 prosent av bretska fólkinum vænta, at tað verður neyðugt við einum hernaðarligum átaki ímóti Irak, men sama kanning vísir, at bara 13 prosent taka undir við einum tílíkum átaki. Hinvegin eru bara níggju prosent beinleiðis ímóti.

Av teimum nógvu, sum ivast, halda 49 prosent, at irakski forsetin, Saddam Hussein, er tann størsta hóttanin ímóti heimsfriðinum, meðan 32 prosent halda, at Bush er uppaftur størri hóttan ímóti heimsfriðinum enn Saddam Hussein.

Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, hevur alla tíðina tikið undir við amerikanska politikkinum mótvegis Irak, men í kanningini siga 46 prosent, at Blair gongur sum ein hundur aftan á harra sínum. 35 prosent halda tó, at Blair hevur eina sissandi ávirkan á Bush.

Frank Luntz, sum hevur gjørt meiningakanningina fyri sjónvarpsstøðina Channel 4 News, sigur, at kanningin boðar týðliga frá, at avgerðin hjá Tony Blair at stuðla Bush kann koma umdømi hansara í sjálvum Bretlandi aftur um brekku.


Týskarar ímóti

Í Týsklandi hevur Gerhard Schrøder, kanslari alla tíðina sagt, at Týskland fer ikki at senda hermenn til Irak at berjast saman við amerikanarunum, og nú vísir ein meiningakanning, at kanslarin fær dygga undirtøku í hesum máli.

Kanningin, sum vikublaðið Stern hevur gjørt, vísir, at 80 prosent av teimum spurdu eru ímóti, at týskir hermenn verða sendir til Irak, meðan 18 prosent halda, at Týskland eigur at taka lut í einum hernaðarátaki ímóti landinum.