Bush slakar fyri Norðurkorea

Hóast tað sera hvassa orðalagið siga norðurkoreansku myndugleikarnir seg vera til reiðar at samráðast við Suðurkorea. Samstundis roynir amerikanska stjórnin at draga í land.

Alment eru teir norðurkoreansku myndugleikarnir hvørki til at høgga ella stinga í í hesum døgum. Fyrradagin varð skipað fyri stórum mótmælisfundi í høvuðsstaðnum Pyongyang, har umleið ein millión fólk komu at vísa, at tey stuðla stjórnina og Kim Jong-il, stjórnarleiðara í stríðnum við USA um landsins kjarnorkuverkætlan.
Eygleiðarar siga, at tann sera avgjørda norðurkoreanska støðan er komin óvart á George W. Bush, forseta og stjórnina í Washington, og at tað hevur fingið forsetan at hopa aftur eftir hæli seinastu dagarnar. Fyri bert fáum døgum síðani legði USA ógvusligt trýst á Norðurkorea, men fyrrakvøldið segði Bush, at hann hevur ongantíð havt nakra ætlan um at søkja at landinum. Tvørturímóti er hann sinnaður at samráðast fyri at loysa kreppuna.
Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri hevur fyrr sagt, at fyri USA ger tað ikki stórvegis mun, um talan er um eitt stríð við Irak ella Norðurkorea, men hesum eru eygleiðarar ikki samdir við honum í. Teir vísa á, at í Irak-spurninginum snýr tað seg um at forða fyri, at Irak útvegar sær kjarnorkuvápn, meðan Norðurkorea eftir øllum at døma longu hevur slík vápn. Tí ber ikki til at samanbera tær báðar ósemjurnar, og eygleiðararnir halda, at innast inni iðrar George W. Bush seg um, at hann á sinni samanbar Norðurkorea við Irak og Iran.
Amerikanska stjórnin er eisini undir hørðum trýsti úr Suðurkorea og Japan, sum vilja hava samráðingar við Norðurkorea, og nú er eisini líkt til, at norðurkoreanar eru sinnaðir at samráðast. Í hvussu er hava teir skotið upp, at umboð fyri Norður- og Suðurkorea skulu hittast tann 21. januar. Upprunaliga avtalaðu tey bæði londini at hittast tann 14. januar at viðgera ymisk sínamillum viðurskifti, men hildið verður, at ósemjan við USA um kjarnorkuverkætlanina nú fer at standa ovast á dagsskránni.