Fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush skrivar endurminningar, sum koma út í bók tann 9. november. Talsmaður hansara sigur, at bókin snýr seg serliga um 14 týðandi avgerðir, sum Bush tók tey átta árini,k har var forseti.
Forlagið Crown Publishing Group, sum skal geva bókina út, sigur, at bókin snýr seg bæði um ?mistøkini og tey søguligu avrikini hjá fyrrverandi forsetanum?.
Tá bókin kemur út, fer fyrrverandi forsetin á søluferð um alt USA fyri at selja bókina.