Bush skal verjast ímóti mótmælum

Ongar mótmælisgongur. Eingi mótmæli. Ongar plakatir ella herróp. Soleiðis verður sjónvarpsmyndin av George W. Bush, forseta undir valstríðnum í ár

Tað er Secret Service, sum skal tryggja, at einki mótmælisfólk ella nøkur mótmælandi plakat verður nærri enn ein kilometur frá forsetanum hetta til forsetavalið í heyst.

Sabært blaðnum San Fransisco Cronicle hevur løgreglan tikið fleiri fólk, sum hetta seinasta árið eru komin í so nær forsetanum við mótmælisplakatum. Sambært løgregluni eru fólkini tikin, tí tey kundu koma bæða sær sjálvum og forsetanum í vanda.

Felagsskapurin American Civil Liberties Union hevur stevnt Secret Service fyri at hava brotið tey grundlógartryggjaðu rættindini hjá amerikanarum at siga sína hugsan. Felagsskapurin sigur, at Secret Service og Hvítu Húsini nýta trygdina hjá forsetanum sum skálkaskjól, men at talan í veruleikanum er um politiskar orsøkir, tí tað ræður um at halda teimum niðri, sum hava hug at siga forsetanum ímóti ella at finnast at politikki hansara.

Tí slíkar myndir mugu ikki koma á amerikonsku sjónvarpsskíggjarnar í einum forsetavalári, sigur American Civil Liberties Union.

Hvítu Húsini hava ongar viðmerkingar til ákærurnar hjá felagsskapinum.