Bush revsar grannarnar

Mánadagurin var halgidagur í Meksiko, og sum siður er, helt amerikanski forsetin, George W. Bush, røðu hendan dagin til heiðurs fyri teir nógvu meksikanararnar, sum búgva í USA.

Men eeygleiðarar løgdu til merkis, at Bush nevndi ikki meksikanska forsetan, Vincent Fox, í røðuni. Tað hevur hann gjørt hini árini, og eygleiðararnir ivast ikki í, at broytingin hesaferð komst av, at Meksiko var ímóti amerikanska álopinum á Irak.

Upprunaliga skuldi Bush verið í hinum grannalandinum, Kanada, á almennari vitjan, men ferðin varð avlýst. Kanada var eisini ímóti krígnum í Irak, og heldur ikki kanadiumenn sluppu undan einari viðmerking frá Bush. Sama dag, sum hann skuldi verið farin til Kanada, rósti hann avstralska forsætisráðharranum, John Howard, tí hesin hevði tikið undir við krígnum í Irak og sent avstralskar hermenn til Persaflógvan.