Bush og Blair undir trýsti

Russar hava boðað frá, at teir fara at siga "njet", og fransmenn hava boðað frá, at teir fara at siga "non". Tað leggur trýst á George W. Bush og Tony Blair um at geva vápnaeftirlitsmonnunum betri stundir.

Diplomatiska virksemið á ST-høvuðsborgini í New York hevur verið stórt seinastu dagarnar og næturnar, og telefonlinjurnar hava verið heitar millum Washington og aðrar høvuðsstaðir kring heimin.
Mánakvøldið kunngjørdi franski forsetin, Jacques Chirac, at Frakland fer at nýta sýtingarrættin í trygdarráðnum ímóti tí seinasta Irak-uppskotinum, sum USA, Bretland og Spania hava lagt fram. Um somu tíð segði russiski uttanríkisráðharrin, Igor Ivanov, at Russland fer eisini at atkvøða ímóti og um neyðugt at nýta sýtingarrættin. Sambært Chirac skal Kina eisini vera til reiðar at nýta sama rætt.
Eygleiðarar siga, at hetta kann bera í sær, at Bush og Blair koma at standa eftir sum teir stóru tapararnir í einum leiki, sum ikki einans er eitt álvarssamt bakkast fyri amerikanskan og bretskan uttanríkispolitikk, men sum eisini kann ryggbróta ST sum tann stovnin, har altjóða avgerðir verða tiknar. Harafturat ivast eygleiðararnir ikki í, at hetta kann fáa avleiðingar fyri innanlands umdømið hjá bæði Bush og Blair.
Hesin prísur kann gerast ov høgur, sjálvt hjá George W. Bush, forseta, og í London eru eygleiðarar farnir at tosa um, at Blair skal vera sinnaður at góðtaka eina ella aðra neyðsemju. Eftir uppskotinum hjá USA, Bretlandi og Spania skal Irak verða avvápnað í seinasta lagi tann 17. mars, men í gjár ljóðaði í London, at Blair er til reiðar at útseta hesa freistina. Tað sama skal amerikanska stjórnin vera, men afturfyri vóna tey bæð londini so, at Russland, Kina og Frakland fara at sleppa avgerðini um at nýta sýtingarrættin. Hjá Blair ræður tað eisiin um at sissa sínar egnu floksfelagar, sum gerast altsamt harðligari í sínum atfinningum at forsætisráðharranum.
Bert fýra fyri
Í USA siga eygleiðarar, at tað stendur einki frægari til hjá Bush enn hjá Blair. Misnøgdin við búskaparpolitikkin hjá forsetanum veksur dag frá degi, og fer USA í kríggj við Irak uttan góðkenning frá ST, kann tað gerast eitt politiskt sjálvmorð hjá forsetanum, siga eygleiðararnir. Samstundis veksur altjóða trýstið á forsetan um at útseta krígsætlanina ella at sleppa henni heilt.
USA skal hava níggju lond at atkvøða fyri uppskotinum í trygdarráðnum fyri at fáa meiriluta, men tað er sjálvandi treytað av, at einki land nýtir sýtingarrættin. Sum er kan Bush bara kenna seg vísan í at fáa fýra atkvøður. Tær eru frá USA, Bretlandi, Spania og Bulgaria. Fimm lond siga nei. Tey eru Russland, Kina, Frakland, Týskland og Sýrialand. Eftir eru Kili, Meksiko, Angola, Kamerun og Guinea, og seinastu dagarnar hava serliga amerikanarar og fransmenn roynt at fáa tey í part við sær.