Bush nýtti sýtingarrættin

George W. Bush, forseti, hevur nýtt sýtingarrættin ímóti einari samtykt hjá Kongressini um afturtøku úr Irak. -Eg havi fyri einari løtu síðani nýtt mín rætt og havi sýtt fyri at viðurkenna samtyktina hjá Kongressini, segði Bush, tá hann kunngjørdi avgerð sína í gjárkvøldið.

Eftir samtyktini hjá Senatinum og Umboðsmannatinginum skuldi USA fara undir at taka sínar hermenn úr Irak tann 1. oktober í ár. Við at havna samtyktini sleppur forsetin at brúka 124 mia. dollarar til krígsførslu í Irak og Afghanistan.

Bush hevði frammanundan boðað frá, at hann fór at nýta sín rætt ímóti samtyktini hjá Kongressini.