Bush missir undirtøku

Alt færri og færri amerikanarar siga seg vera nøgdar við arbeiðið hjá George W. Bush, forseta, og forsetin hevur ongantíð havt so lítla undirtøku sum nú.

Sambært sjónvarpinum CNN og blaðnum USA Today halda júst 50 prosent av amerikanarunum, at avrik forsetans eru í lagi. Tað er munandi minni enn fyri einum hálvum ári síðani, tá ein kanning vísti, at 71 prosent av fólkinum vóru nøgd við arbeiði forsetans.

CNN hevur eisini kannað, hvønn møguleika tey demokratisku valevnini hava at vinna forsetavalið ímóti Bush næsta heyst. Kanningin vísir, at fyrrverandi generalurin Wesley Clark hevur bestu møguleikarnar av teimum demokratisku valevnunum. Tað hava aðrar kanningar eisini víst.