Bush minnir mest um skiparan á Titanic

Í gjár fekk Bush Baker-frágreiðingina um Irak. Hann hevur biðið um tvær afturat, men tað er ikki vist, at hann fer at lurta eftir teimum.


-Hetta er tað einasta tvørpolitiska tilmælið, sum tygum fáa, segði Lee Hamilton, tá hann og James Baker løgdu Irak-frágreiðingina fyri George W. Bush, forseta.

Amerikanskir eygleiðarar siga, at Bush er noyddur at lurta eftir frágreiðingini og tilmælunum aftan á tann dygga ósigurin hjá republikanarunum á miðvalinum fyri einum mánað síðani. Men teir ivast kortini í, hvussu stóran dent hann fer at leggja á tilmælini.

Forsetin vil hava fleiri streingir at spæla uppá. Tí hevur hann sett eina nevnd við trygdarpolitiska ráðgevanum Stephen Hardley á odda. Hon skal eisini geva forsetanum góð ráð um, hvussu USA skal laga sín politikk í Irak. Harumframt fær forsetin eisini eina frágreiðing frá herleiðsluni.

Eygleiðarar siga við Newsweek, at helst fer Bush at taka eitt sindur úr hvørjari frágreiðing, men teir vænta, at hann fer at leggja stóran dent á, at hann er ein maður, sum stendur við sínar ætlanir.

-Bush tykist hava gjørt av at spæla leiklutin sum ein Winston Churchill í 21. øld, støðufastur í teirri myrkastu tíðini, men nógvir amerikanarar síggja hann sum skipara á brúnni á Titanic, skrivar Newsweek.


Misnøgd í Irak

Í Irak eru teir politisku leiðararnir ikki serliga hugtiknir av innihaldinum í Baker-frágreiðingini.

-Hetta er ein frágreiðing, sum skal loysa amerikanskar trupulleikar, men ikki teir iraksku trupulleikarnar, sigur sunnimuslimski politikarin Ayad al-Sammarai við Washington Post.

Summir eygleiðarar halda, at Baker-nevndin hevur ikki tann neyðuga kunnleikan um tey fløktu viðurskiftini í Irak, og at tað sæst aftur í frágreiðingini. Teir vísa á, at tann shiamuslimski meirilutin stendur sera spjaddur, at kurdararnir einans hugsa um at fáa sítt egna ríki har norðuri í Irak, og at tað slepst ikki uttan um sunnimuslimarnar, hóast teir eru í minniluta.