-Høvdu vit tikið okkara hermenn úr Irak nú, hevði tað fingið stórar og víðfevndar avleiðingar. Tí hava vit valt bara ein møguleika, og tað er at senda uppaftur fleiri hermenn til Irak.
-Tað kósina hava vit valt, og tit mugu geva henni ein kjans, segði forsetin í einari beinleiðis áheitan á ta demokratisku andstøðuna teir nógvu amerikanararnar, sum halda, at forsetin er á skeivari kós. Sambært teimum seinastu kanningunum halda 71 prosent av amerikanarunum, og USA er á skeivari kós. Bara 33 prosent taka undir við forsetanum.
Einki bendir á, at demokratarnir hava hug at geva forsetanum nakran kjans. Í einari felags kunngerð í nátt søgdu leiðarin í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, og leiðarin í Senatinum, Harry Reid, at forsetin lurtar als ikki eftir tí, sum amerikanska fólkið sigur.
-Ein ovurstórur meiriluti av amerikanska fólkinum, hernaðarligir leiðarar og politikarar í báðum flokkum eru ímóti ætlan forsetans um at herða kríggið í Irak. Men forsetin letst sum einki, søgdu tey bæði í kunngerðini.
Veðurlagið
Í røðuni gjørdi George W. Bush eisini nógv burtur úr veðurlagsbroytingunum, sum hann segði vera eina stóra avbjóðing. Hann segði, at USA er alt ov heft at olju úr øðrum londum. Tí noyðist USA at leggja størri dent á varandi orkukeldur, og tí fer stjórnin at biðja Kongressina um pengar til at kanna møgulerikarnar fyri at leggja um til varandi orkukeldur.
Hann segði, at amerikanarar brúka alt ov nógv bensin, og at bensinnýtslan skal skerjast 20 prosent tey næstu 10 árini. Ístaðin fyri skulu bilarnir brúka onnur brennievni.









