Fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush tók ikki av einari innbjóðing um at fara til Ground Zero í New York saman við Barack Obama, forseta. Barack Obama fer til New York í morgin, har skipað verður fyri einum serligum tiltaki í sambandi við, at maðurin aftan fyri yvirgangin tann 11. september í 2001, Osama bin Laden, er deyður.
Talsmaðurin hjá George W. Bush sigur, at fyrrverandi forsetin er fegin um innbjóðingina, men at hann hevur valt at halda seg burturi frá almennum tiltøkum, síðani hann fór frá.
Barack Obama fer at halda røðu á Ground Zero, har World Trade-háhúsini stóðu. Umleið 3.000 fólk doyðu, tá tvey flogfør rendu á húsini, sum rapaðu.