Álitið á George W. Bush, forseta minkar, so hvørt tað frættist, at amerikanskir hermenn hava latið lív í Irak. Og tað hendir at kalla hvønn dag og stundum fleiri ferðir um dagin. Í november næsta ár verður forsetaval í USA, og forsetin hevur lítlan hug at fara undir valstríðið, samstundis sum fjølmiðlarnir bera tíðindi um deyðar og særdar amerikanskar hermenn í Irak, verður sagt.
Samstundis hevur forsetin lagt dent á at beina fyri teimum seinastu leivdunum av stýrinum hjá Saddam Hussein, og at Saddam sjálvur verður tikin og drigin fyri rættin, um hann framvegis er á lívi. Skal hann røkka hesum máli, má forsetin fáa samstarv í lag við irakar, og tí hevur hann nú lovað, at irakar skulu fáa størri ábyrgd av trygdini í landinum.
Hetta er júst sama mannagongd, sum Richard Nixon nýtti í Vietnam tíðliga í sjeytiárunum, siga summir amerikanskir eygleiðarar. Nixon lat suðurvietnamesiskar herdeildir átaka sær ein størri part av krígnum við Norðurvietnam og FNL-uppreistrarfelagsskapin.
Amerikanararnir mistu 58.000 hermenn í tí tíggju ára langa krígnum í Vietnam. Í Irak hevur USA mist nógv færri hermenn, men fleiri og fleiri amerikanarar eru kortini farnir at tosa um Irak sum eitt nýtt Vietnam, skrivar AFP.
Irakisering
-Stjórnin í Washington er ørkymlað av vantandi framgongdini á hermótinum og av teirri víkjandi politisku undirtøkuni í sjálvum USA. Hon hevur tí valt at lata irakskar politikarar og hermenn fáa størri ábyrgd, skrivar eygleiðarin Fareed Zakaria í tíðarritinum Newsweek og blaðnum Washington Post.
-Hetta fer uttan iva at gera, at færri amerikanskir hermenn fara at doyggja í Irak. Fyrr kallaðu vit hetta vietnamisering, í dag eitur tað irakisering, skrivar Zakaria í greinini.
USA hevur í løtuni 132.000 hermenn í Irak, men verjumálaráðið hevur boðað frá, at til várs verður talið skert til 105.000. Samstundis ætla amerikanarar at økja manntalið í iraksku løgregluni og herinum úr tí verandi 118.000 í 170.000.
Sambært Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra fer skerjingin í amerikanska hermannatalinum ikki at ávirka tann hernaðarliga førleikan hjá USA í Irak, men fleiri atfinninarar, teirra millum republikanski senatorurin John McCain, halda hetta vera skeivt. Hann og aðrir halda, at tað verður líka stórur tørvur á amerikonskum hermonnum í Irak næsta ár sum nú.