Bush dregur í land

Amerikanski forsetin, George W. Bush, er nú til reiðar at gera enn eina roynd at loysa Irak-kreppuna við samráðingum, og hann krevur heldur ikki longur, at Saddam Hussein skal frá

Irak-kreppan
Árni Joensen:

Amerikanski forsetin er ikki so avgjørdur í Irak-málinum longur. Í gjár segði George W. Bush, at Saddam Hussein kann verða sitandi við valdið í Irak, men so er kravið, at hann heldur allar samtyktir hjá ST.
Eygleiðarar í Washington siga, at Bush hevur lagt á annan bógv í Irak-málinum, men talsmenn hjá Hvítu Húsunum vóru tó skjótir at gera vart við, at forsetin hevur ikki broytt støðu.
? Mál okkara er framvegis, at Irak eigur at fáa eitt annað stýri, tí sitandi stýrið fer ikki at broyta sín politikk, segði Bush og vísti á, at undanmaður hansara, Bill Clinton, hevur somu uppfatan.
Bush legði tó afturat, at er Saddam Hussein til reiðar at laga seg eftir samtyktunum hjá ST, kann hann verða sitandi, tí tað hevði í sjálvum sær verið ein broyting í irakska politikkinum.
USA legði í gjár eitt nýtt uppskot til samtyktar fyri hinar føstu limirnar í ST-trygdarráðnum, Bretland, Frakland, Russland og Kina. Um uppskotið segði Bush, at amerikanska stjórnin hevur roynt ta diplomatisku leiðina fyrr og er til reiðar at gera tað eina ferð afturat.
? Men kemur einki burtur úr teimum diplomatisku royndunum, finnast aðrar leiðir, segði forsetin ávarandi.
Amerikanskir hernaðarserfrøðingar hava fyrr sagt, at eitt álop á Irak eigur at verða sett í verk í januar ella í februar, tí tá eru umstøðurnar tær bestu. Hetta vita irakar eisini, og teir royna tí at draga tíðina út.
Av teimum føstu limunum í trygdarráðnum er tað serliga Frakland, sum heldur aftur. Franska stjórnin hevur sagt, at tað kann gerast neyðugt við einum hernaðarligum átaki ímóti Irak, men stjórnin hevur samstundis kravt, at allar politiskar og diplomatiskar leiðir skulu roynast fyrst.
Eygleiðarar í Washington siga, at tað seinasta amerikanska uppskotið til samtyktar ber týðiliga boð um, at amerikanarar hava valt at slaka fyri fransmonnum fyri at fáa teir føstu limirnar at taka undir við uppskotinum.
Vápnaeftirlitsmenninir hjá ST hava boðað frá, at teir eru til reiðar at fara til Irak, so skjótt teir fáa boð um tað.