Bush: Blair var ikki mín ørindasveinur

Tony Blair hevur ofta verið lýstur sum ørindasveinur hjá George W. Bush. Men tað var hann ikki, sigur forsetin. -Jú, eg havi hoyrt hatta, men tað er púra skeivt, tí Blair er ikki tann, ið letur seg brúka, sigur George W. Bush við bretska blaðið The Sun.

Tað var serliga í sambandi við innrásina í Irak, at mong hildu, at Blair gjørdi bara, sum Bush segði.