Fyrradagin var ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, í Hvítu Húsunum í Washington og tosaði við George W. Bush, forseta.
Keldur, sum standa forsetanum nær, siga við blaðið New York Times, at á fundinum fekk Kofi Annan ein hóp av amerikonskum uppskotum um, hvussu USA heldur, at irakar kunnu taka við valdinum í Irak. Samstundis skal forsetin hava gjørt greitt, at eydnast tað ikki at fáa irakar at semjast um valdsbýtið, er hann til reiðar at bíða við at lata teimum valdið í landinum.
Ein kelda í Bush-umsitingini sigur við New York Times, at USA hevur lagt stórt trýst á ST-aðalskrivaran fyri at fáa ST at loysa ósemjuna ímillum teir iraksku bólkarnar, tí USA er í ferð við at ásanna, at ST kanska situr við teirri røttu loysnini.
Higartil hevur amerikanska stjórnin hildið ST uttan fyri alla ávirkan í Irak, men stjórnin ásannar nú, at henni tørvar hjálp fyri at sleppa burtur úr tí politiska óføri, sum hon er komin í.
Tann upprunaliga amerikanska ætlanin um, hvussu og nær irakar skulu taka við valdinum í Irak, hevur elvt til hvøss mótmæli. Serliga tann shiamuslimski leiðarin Ali al-Sistani hevur mótmælt amerikonsku ætlanini. Shiamuslimarnir krevja, at ein nýggj stjórn skal veljast við beinleiðis vali longu í summar. Eitt tílíkt val høvdu shiamuslimarnir vunnið, tí teir eru í meiriluta í Irak.
ST hevur higartil roynt at hildið seg uttan fyri ósemjuna í Irak, men Kofi Annan segði aftan á fundin við Bush, at ST er sinnað at gera sítt til at loysa ósemjuna. Hann legði tó afturat, at ST ætlar sær ikki at virka sum ein medhjálpari hjá hersetingarvaldinum. Tí krevur ST, at USA skal sleppa einum parti av valdinum í Irak, men hesum hava eitt nú Dick Cheney, varaforseti, og Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, verið ímóti higartil.