Bush bað Kina hjálpa sær

Amerikanski forsetin, George W. Bush, segði í gjár, at USA vil fegið hava samband við Norðurkorea

Tá amerikanski forsetin, George W. Bush, fyrr í vikuni vitjaði í Suðurkorea, nýtti hann høvi at vitja á markinum millum tey bæði koreansku londini. Haðani hugdi hann inn í Norðurkorea, sum hann í síðsta mánað setti í bás saman við Irak og Iran sum "óndsinnað veldi".
Undir vitjanini í Seoul segði Bush kortini, at hann tók undir við royndunum hjá suðurkoreanska forsetanum, Kim Dae Jung, at bøta um viðurskiftini millum tey bæði grannalondini.
Og tá Bush í gjár vitjaði í Kina, boðaði hann frá, at hann hevði biðið kinesiska forsetan, Jiang-Zemin, bera norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jung-il, boð um, at amerikanska stjórnin er til reiðar at tosa við stýrið í Pyongyang.
- Vit eru til reiðar at tosa við norðurkoreanska stýrið, og eg bað Jiang-Zemin hjálpa mær at bera norðurkoreanska leiðaranum boðini, segði George W. Bush á tíðindafundi, eftir at hann hevði tosað við kinesiska forsetan.
USA hevur fyrr róð uppundir, at Kina hevur latið Norðurkorea ymsa kjarnorkutøkni, men hesum hevur kinesiska stjórnin víst aftur, og tað gjørdi Jiang-Zemin eisini í gjár.
Taiwan
Taiwan var sum vera man ein av teimum stóru spurningunum, sum var til umrøðu á fundinum. Tá Bush í fjør gjørdi av at skriva undir ta størstu amerikansku vápnasøluna til Taiwan í mong ár, elvdi tað til stóra misnøgd í Kina.
Bush segði á tíðindafundinum í Beijing í gjár, at USA hevur framvegis somu støðu í Taiwan-málinum. Hann segði, at USA fer framvegis at veita Taiwan hernaðarligan stuðul, men legði afturat, at ætlanin við hesum er ikki at elva til trupulleikar.
Almenna kinesiska støðan er, at Taiwan er ein landspartur, sum á ólógligan hátt hevur tikið seg burtur úr kinesiska samfelagnum, og Kina hevur hótt við hernaðarligum álopi á Taiwan, um leiðslan har ger av at lýsa oynna sum sjálvstøðugt ríki.