- Nú ræður um at fáa læknamiðstøðina lidna sum skjótast, so fjórða ásetta kommunulæknastarvið í Norðoyggjum kann verða sett, sigur Magnus Magnussen, kommunulækni í Klaksvík.
Síðani juni 2001 hava bert tveir læknar røkt økið í Norðoyggjum, sum er normerað til fýra kommunulæknar.
Magnus sigur, at ein lækni, sum hevur røtur í Klaksvík, er undir útbúgving til kommunulækna. Hesin maður hevur áhuga í einum kommunulæknastarvi í Norðoyggjum.
- Hann verður liðugur um fá ár, men skal hann fáast hendavegin, krevst, at vit fáa eina viðtalu aftrat, sigur Magnus.
- Maðurin, eg tosi um, er ungur, og tað hevði verið ógvuliga gott at fingið hann higar, sigur hann.
Teir báðir kommunulæknarnir, Jaspur Petersen og Magnus Magnussen, hava verið ovbyrjaðir av arbeiði í langa tíð.
- Hetta er ikki eitt lív, tú kanst bjóða familju tínari, sigur Magnus.
Hann sigur, at tað eru samanhangandi vaktirnar og vøkunæturnar, sum gera arbeiðið óúthaldiligt í longdini.
Nóg mikið pjøssað
- Tað nyttar ikki at pjøssa uppá hølini her, tí tað styttir ikki okkara arbeiðstíð, sigur Magnus.
Hann sigur, at tað, ið nú er brúk fyri, eru nýggj viðtaluhølir og støðug arbeiðsviðurskifti.
Magnus Magnussen, sum kom í starvið hjá Ólavi Gaard, sála, er nú fluttur í viðtaluhølini hjá Steingrími Weihe.
Í viðtaluhølini niðaneftir, har Magnus var, kemur Denise Andersson at virka sum vikarur eina tíð.










