Sambandskvinnan Lisbeth L. Petersen fýlist á, at formansskapurin hevur brúkt pengar til eina nýggja byggiætlan uttan ar kunna um tað Tingið fyrst. -Tað er púra burturvið at brúka pengar til eitt nýtt løgtingshús nú.
Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum sigur við Útvarpið, at tað er so nógv annað at brúka pengar til enn eitt nýtt tinghús, tí tað er so nógv, sum liggur á láni.
Hon er ikki fegin um mannagongdina í málinum.
-Tað er skeivt, at formansskapurin í Løgtinginum hevur brúkt pening til eina nýggja byggiætlan, uttan at Løgtingið hevur verið kunnað um hetta, sigur hon við Útvarpið.