Burturmista parlamentið

Hugleiðingar

Eg havi verið ein vikuskiftistúr í Skotlandi, sum er mítt yndisferðaland. Vit vóru 6 konur, sum fyri tíð síðani stungu út í kortið at fara ein túr til Aberdeen. Sjálvandi høvdu vit "lisið uppá", áðrenn vit fóru, og var mítt uppskot, at vit skuldu fara og vitja skotska parlamentið í Edinburgh, sum bert hevur nøkur fá ár á baki. Hvør minnist ikki Sean Connery í eyðkenda skotska búnanum við kiltinum sveiggjandi um maskulinu og sexutu knøini, tá parlamentið varð sett tann 1. juli 1999. Nú komi eg sum ketta úr høvdatrog, men eg haldi, at her er so avgjørt vert at skoyta uppí, at skal kilturin seymast á rættan hátt, fara uml. 6 metrar av ullintum fyrsta floks tilfari í skjúrtið, so her er eingin vandi fyri at gerast kaldur hvørki so ella so!
Ná. Eg hevði sum eg nevndi verið inni á heimasíðuni www.scottish.parliament.uk bæði tíðliga og síðla, so mítt mentanarískoyti til ferðina var ílagi. Hevði enntá ætlanir um, at vit skuldu fara at vitja eitt Chamber og ordiliga dusa okkum saman við skotsku tingkonunum/-monnunum. Vert er at nevna, at alt tilfarið á heimasíðuni eisini finst á geliskum máli, men eg skundi mær at viðganga, at eg lætt og elegant leyp tað um. Tað var sum at lesa swahili, og tað havi eg ongantíð lært. Hinvegin, so skuldi ein mestsum trúð, at tað var har, eg hevði lisið uppá.

Vit høvdu sett ein heilan dag av til at verða "mentaðar" í Edinburgh, so vit rættiliga kundu njóta og náa at vitja ymiskt hugfarsligt á Royal Mile, sum er gøtan millum Edinburgh Castle og Holyrood Palace, áðrenn vit so at siga rundaðu mentanartreffið av við vitjanini í skotska tinginum.

Stuttligt at standa í kø ymsastaðni í Skotlandi. Serliga uttanfyri inngongdina til borgina, tí "kioskirnar", har atgongumerkini vórðu seld, mintu allarmest um pylsuvognarnar hjá Gøl, so eg mundi biðið um eina stokta við øllum, tá eg slapp framat. Og so skuldi tú næstan vera tveir metrar høg, skuldi tú røkka upp at tosa við fryntligu konuna aftanfyri lúkuna og siga tíni ørindi. Hugsaði eina løtu, at smílandi kinesararnir, sum sóust í hópatali, mestur høvdu leigað sær eitt eykaflogfar til skammlar, tá teir bíløgdu ferðina til Skotlands. Sjarmerandi hóast alt.

Vit byrjaðu, sum vera man, við Edinburgh Castle, og var borgin væl og virðiliga kannað og hvørt skot vitjað. Onkuntíð snýtti eg eitt sindur og setti meg at sóla mær á einum beinki á "torginum" saman við ymsum øðrum fólkasløgum, meðan "mínar konur" stukku innum í elligomul skot og krókar at hyggja at ymsum áhugaverdum.
Hugfarsligt at eygleiða tað, sum fyrifórst. Sá hópin av fólki, sum gingu aftur og fram, og blundaði eg, var tað sum at sita á beinkinum við Stephanssons hús á Ólavsøku. Eitt hugnaligt suð við tutli og mutli, pjátri og práti.
Havi lisið á netinum, at umleið ein millión vitja borgina árliga, so tað má sigast at vera praktiskt og skilagott, at øll ikki vitja ísenn! Pylsuvogna-atgongumerkið kostar 8 pund, so har er eitt sindur at gera sær dælt av. Gott hjá skotunum.

Nú var tíð at hugsa um at ganga oman eftir Royal Mile. Nógvar freistingar eru á vegnum - handlar við alskyns serskotskum vørum. Ikki vardi leingi, fyrrenn onkrar konur vóru "vanished from the face of the earth". Løtu seinni komu tær undan kavi aftur, og so PUFF vóru tær burturi aftur. Hetta var næstan sum at hyggja at Cartoon Network. Mestur var okkurt plaggið í taskuni, tá av tornaði.

Nú var løtan komin, har eg skuldi vegleiða og leiða okkum allar inn í játtaða staðið ? skotska tingið. Tað var ikki sørt, at eg var eitt sindur errin, tí eg hevði gjørt mær stóran ómak við undankanningum á netinum, so einki skuldi taka okkum á bóli. Komnar heilt oman ímóti Holyrood Palace var stórt skelti, sum við grønum stavum segði "Scottish Parliament". "Her var tað," segði ein í bólkinum, hon kendi staðið aftur. Og so fóru vit til gongu. Og so gingu vit og gingu vit framvið einum stakitti runt og runt, men einki ting vit funnu. Kom at hugsa um Jerikos múrar. Men her hjálpti eingin gásagongd við fittum, føroyskum, forharmaðum, fyriløgstum, forvitnum frúum. Ikki so mikið sum ein sprunga var at síggja í verjuni.
Til endans fór eg lúkst inn í ein arbeiðsskúr og spurdi, um vit vóru á beinari kós. Fryntligi arbeiðsformaðurin hugdi við eitt sindur av sorgblídni at mær og segði, at vit skuldu fylgja stakittinum runt aftur og so fara beint yvirum aftur, haðani vit vóru komnar. So gingu vit longur fram og aftur, runt og runt og so beint yvirum aftur. Nú var eg heldur ørkymlað.
Hevði sæð myndir av tinginum, kendi onkran eyðkendan part aftur, men hetta var eitt veldugt byggipláss, alt sum tað var. Minti ikki sørt um Bursatanga, sum hann hevur sæð út í seinastuni.

Spurdi eisini onkran "lokalan", og var onkur teirra millum, sum ikki visti, at tey høvdu eitt parlament yvirhøvur! Løgið. Nú vóru vit við at geva skarvin yvir. Vóru vit ikki púra í ørviti, blivu vit tað við vissu, tá vit knappliga sóu ein handil, sum spældi "Jingle Bells", so tað hoyrdist langa leið, og sum hevði gluggan fullan av jólapynti. Í mars!
Nú høvdu vit gingið og gingið, so sveittin lak av okkum. Var tað so spinnandi galið, at einki parlament var? Hvat so við Sean Connery og sexutu knøunum? Vit hugdu at hvørjari aðrari. Við drýpandi høvur máttu vit viðganga, at vit høvdu mist parlamentið burtur. Soleiðis var tað.

Komnar nakað niðan ímóti Royal Mile sóu vit eitt, sum nevndist "Scottish Parliament - Visitor?s Center". Hurrá. Endiliga. Nú vóru vit har. Men gakk! Her var einki parlament. Bert ein kunningarstova. Komnar innum, greiddi ein fryntligur skoti okkum frá, at broytingar og seinkingar høvdu við sær, at parlamentið ikki fór at verða liðugt fyrrenn í 2004! Men vit vóru vælkomnar at síggja ein film um upprunan til nýggja tingið. Vit mestsum sukku niður á sjáldsomu sofurnar, sum mintu mest um jollukjølar, andaðu djúpan, hugdu uppá hvørja aðra og so flentu vit, so tárini duttu niður eftir kjálkunum. Ikki vóru nógv fólk og vitjaðu beint tá, men konan aftanfyri handilsdiskin, har tey seldu krúss o.a., sá út sum um hon hevði bestan hugin at ringja eftir trygdarvørðinum. Tað var uttan iva ein stuttlig/ræðandi sjón - seks troyttar, føroyskar konur í skellilátri, hálvavegna liggjandi og sitandi á" kjølunum" frammanfyri stórskíggjan, har sinniligi spanski arkitekturin við síni floyalsmjúku, djúpu rødd royndi sítt ítarsta at greiða frá grundhugsjónini aftanfyri nýggja bygningin, har júst kjølurin hjá "the dinghy", eyðkendu skotsku jolluni, hevur ein stóran leiklut.

Og vit? Jú. Vit komu fyri okkum aftur eftir einari løtu. Tá ein okkara hevði handað fryntliga skotanum teppið aftur, sum hon slapp at leggja undir troyttu føturnar, takkaðu vit honum so miriliga fyri, keyptu okkum hvør sítt tinganest frá kløkku skotsku handilskonuni og funnu okkum síðani eina rætta kafé, har vit skolaðu burturmista parlamentið niður við einum góðum kaffimunni. Og ikki var sørt, at vit kendu okkum rættiliga parlamentaðar eina løtu.
Kanska fara vit avstað aftur at leita í 2004. Hvør veit.