Burturkast á havinum hóttir fuglalívið

Hollendingurin Jan Andries van Franeker er í Føroyum í hesum døgum og kannar innihaldið í maganum á havhesti. Trupulleikin er, at fuglurin etur nógv av tí plastikkburturkasti, sum verður tveitt í havið av skipum og bátum

Londini kring Norðsjógvin eru farin undir eina felags verkætlan at kanna dálking av plastikkburturkasti, og hvussu hon ávirkar náttúru og djóralív. Verkætlanin nevnist Save the North Sea, og í hesum sambandi er hollendingurin Jan Andries van Franeker komin til Føroyar at kanna innihaldið í maganum á havhesti, hóast Føroyar liggja uttanfyri tað økið, sum verður kannað.
Jan Andries er við í einum kanningarliði, sum kannar havhestin í øllum londunum við Norðsjógvin. Hann hevur gjørt umfatandi kanningar av innihaldinum í maganum hjá havhesti í Hollandi, og úrslitini eru skakandi.
? Úrslitini hjá okkum vísa, at ein stórur partur av stovninum hevur stórar mongdir av plastikkburturkasti í maganum, sigur Jan Andries van Franeker.
Orsøkin til hetta er, at skip og bátar tveita nógv plastikkburturkast í havið. Havhesturin heldur, at hetta er føði og etur tað.
? Tað er sera vanligt, at manningin umborð á skipum tveitir burturkast av ymsum slag í havið. Eisini frálandavinnan sleppir sær eisini av við burturkast á hendan hátt. Trupulleikin er bert tann, at tað endar á strondini, og fuglar eta tað, sigur hann.

Stórur skaði
Burturkastið kostar vinnulívinum milliónir av krónum hvørt ár, men tað, sum er meira álvarsamt, er árinið tað hevur á fugla- og djóralív.
Kanningarnar av havhesti í Hollandi vísa, at 96 prosent av fuglunum hava plastikklutir í maganum. Í miðal hevur hvør fuglur 22 pettir av plastikki onkustaðni í sodningarlagnum. Hetta svarar til 0,24 gramm av plastikki fyri hvønn havhest.
So illa stendur tó ikki til í Føroyum. Jan Andries hevur kannað havhest í Føroyum, og kanningarnar vísa, at føroyskur havhestur hevur munandi minni av plastikki í maganum. Nøgdin svarar til ein fimting av tí, sum havhestur í Hollandi hevur.
Verkætlanin (Save the North Sea) hevur til endamáls at minka um nøgdina á plastikki í Norðsjónum.
Hetta hevur sjálvandi stóra ávirkan á lív og heilsu hjá fuglinum. Fyri tað fyrsta kunnu plastikklutirnir blokera sodningarlagið hjá fuglinum. Í øðrum lagi kennir hann ikki svongd á sama hátt sum áður, tí plastikki liggur í maganum og gevur honum eina kenslu av at vera mettur.
Hetta hevur við sær, at fuglurin ikki er eins væl fyri kropsliga, sum hann kundi verið, og deyðiligheitin økist eisini nakað.

Hóttir ikki stovnin
Jan Andries van Franeker sigur, at hendan dálkingin ikki beinleiðis hóttir stovnin, men um havhesturin verður fyri einum stórum hóttafalli, kann hetta hava álvarsom árin.
? Um dálkingin heldur fram á sama hátt sum nú, kann tað hava álvarsamar fylgjur, sigur Jan Andries.
Samanumtikið kann sigast, at dálkingin har suðri í Norðsjónum er munandi verri enn norðanfyri, tí at skipaferðslan er størri í hesum økinum.
Verkætlanin verður fíggjað av ES, sum letur av granskingarpengunum hjá felagsskapinum til at kanna árinið av plastikkburturkasti.