Burtur við kreppuloysnum

   

Nú skal støða aftur takast til framtíðina. Veljararnir skula avgera, hvørja leið Føroyar fara tey komandi árini.
Tjóðveldisflokkurin heldur kósina. Vit halda fram starvið fyri einum sjálvbjargnum og sjálvberandi Føroyum, har føroyingar ráða í egnum landi.
Vit vilja taka ábyrgdina av landinum og skipa soleiðis fyri, at fólkið og vinnulívið fáa umstøður at menna seg til eitt gott lív í einum sunnum samfelag.
Við dyggari stýring hava vit syrgt fyri, at tann almenna skuldin er minkað munandi. Føroyingar eiga so mikið á kistubotninum, at einstøk búskaparlig nos ikki kollrenna samfelagið alt á sama hátt, sum vit fyrr hava sæð.
Vit tala eisini fyri greiðum skilnað millum alment og privat og stevna fram ímóti, at gjørt verður upp við tær donsku kreppuloysninar í vinnulívinum.
Meðan fólkaflokkurin hevur sitið á allari vinnuni, hevur tann frílynti flokkurin bara dusað sær oman á donsku loysnunum, sum við skattaborgarans pengum hava spent landskassan fyri vinnulívið aftur.
Føroyska samfelagið er í roynd og veru í somu støðu sum í fýrsunum, tá landskassin hefti fyri øllum váðanum í vinnulívinum - og at endanum fór av knóranum.
Við kreppuloysnunum stendur landið í dag fyri 65 prosentum av eginpeninginum í vinnulívinum. Á henda hátt er so at siga allur váðin í vinnulívinum framvegis hjá landskassanum. Tað kann ikki halda fram.
Vit vita av royndum, at ein landskassi, sum stendur fyri so stórum váða, er vandamikil fyri hvønn einstakan borgara, og at eitt vinnulív, sum ongan váða hevur, fær ikki ment seg. Tað stendur bara og tøvur upp í saman og tekur seg ikki fram.
Tjóðveldisflokkurin leggur áherðslu á, at samfelagið og vinnan koma burtur úr hesum darvandi hafti til frama fyri okkum øll og eina bjarta framtíð.
Setið tí X við E