Burtur við handilsforðingum

   

Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin
????????????
At Tjóðveldisflokkurin roynir at nýta eitt og hvørt høvi til at seta kýlar í ríkisfelagsskapin, er einki nýtt. Men sigast má, at flokkurin hevði ikki eydnuna við sær, tá hann í farnu viku, undir síni ævigu stremban eftir at finna nýggjar kýlar, gloymdi eitt av vallyftunum frá seinasta løgtingsvali.
Tjóðveldisflokkurin segði undan valinum, at marknaðarkreftirnar í Føroyum høvdu verið settar til viks, og at politikarar høvdu stýrt vinnuni. Fyri hetta, segði flokkurin, at skattgjaldarin hevði rindað milliardir fyri miseydnaðar politiskt stýrdar vinnuætlanir, men at nú skuldi virkast fyri, at politikarar ikki skuldu stýra vinnuni longur.
Men mánadagin í farnu viku gloymdi Tjóðveldisflokkurin hetta vallyftið, tá hann sendi eina almenna áheitan til løgmann, um at mótmæla, at danska stjórnin kærir avgerðina, um at ES setir kvotur á laks. Tjóðveldisflokkurin bað harvið løgmann um at gera sítt til, at politikarar, við handilsforðingum, skulu sleppa at stýra vinnuni, meðan fríu marknaðarkreftirnar verða settar til viks.
Í fleiri ár hava føroyingar roynt at sloppið av við útflutningskvotur og aðrar forðingar á ES-marknað-inum, júst fyri at marknaðarkreftirnar skulu sleppa at virka frítt, og tí vildi tað verið í andsøgn við førda politikkin, um vit nú fóru at mótmæla, at kvoturnar verða avtiknar.
Tað er ábyrgdarleyst av Tjóðveldisflokkinum at mæla til, at landsstýrið salar um, einans tí at hetta gevur løtuvinning her og nú, og fyri at seta kýlar í ríkisfelagsskapin. Vit eiga tvørturímóti framhaldandi at berjast fyri, at allar handilsforðingar verða tiknar burtur, og fyri øktum samstarvið við onnur lond.
Samstarv er vegurin fram!