Ingolf S. Olsen
-----
Á almennum fundi, sum Huxa, ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, skipaði fyri á Hotel Føroyum mikukvøldið greinaðu Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, og Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, støðuna, nú føroyska makrelkvotan er økt við átta prosentstigum samanborið við støðuna, áðrenn Føroyar brutu seg út úr strandarlandaavtaluni í 2010.
Á fundinum valdaði bjartskygni um, at ES skjótt fór at taka burtur handilsforðingarnar mótvegis Føroyum, nú semja var gjørd um makrelin.
Gaman vórðu handilsforðingarnar formliga settar í gildi orsaka av, at Føroyar eisini brutu seg burtur úr sildaavtaluni í fjør, og tað verður ongin nýggj felagsavtala gjørd fyri norðhavssildina í ár. Men breiða fatanin er, at makrelstríðið var veruliga orsøkin til handilsboykottið hjá ES. Tekniskt bar tað bara ikki so væl til hjá ES at siga, at føroyska makrelveiðan ikki var burðardygg og tískil leggja hana til grund fyri boykottinum. Tí ES og Noreg lutaðu eisini sær sjálvum makrelkvotur væl omanfyri tað, sum ICES mælti til.
Jógvan Jespersen helt á fundinum á Hotel Føroyum, at tað ber illa til hjá ES framhaldani at brúka vantandi burðardygd sum argument fyri at lata handilsforðingarnar standa við.
– ES hevur givið okkum loyvi at fiska 30 prosent av okkara kvotu í ES-sjógvi. Tá gevur tað onga meining hjá teimum samstundis at siga, at hann ikki er fiskaður burðardygt, segði Jógvan Jespersen.
Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur eisini góðar vónir um, at forðingarnar verða tiknar burtur um ein til tveir mánaðir, tí hóast ongin sildaavtala verður gjørd í ár, so eru samráðingar í gongd millum partarnar um at finna fram til eina felags fatan í sildaspurninginum. Henda felags fatanin skal so verða grundarlagið undir einari semju næsta ár.









