- Miðflokkurin tekur ikki undir við uppskotinum um misálit á Løgmann.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Hann skilir ikki, at andstøðan hevur lagt misált fyri Løgtingið
Men tá ið misálitið hinvegin er komið, skilir Jenis av Rana væl, at tað byggir á mátan, málið um Eysturoyartunnilin er handfarið upp á.
- Í málinum um Eysturoyartunnilin varð lagt upp til ein sorgarleik, sum hevði gjørt tað tríggjar ferðir dýrari at brúka tunnilin, samstundis sum at hann verður tríggjar ferðir so dýrir fyri samfelagið, sum ein almennur tunnil hevði verðið.
- Fólkaræðið er eitt tað dýrasta vit eiga og í fólkaræðinum hava vit nøkur amboð at brúka í teimum førum, har illgruni er um, at nakað skeivt er farið fram.
- Eitt av hesum amboðum er at seta ein kanningarstjóra, ikki bara fyri at krossfesta nakran, men líka nógv fyri at fríkenna nakran.
- Tað er eitt sjálvmál av teimum allarstørstu at leypa kanningarstjóran um.
- Samgongan er so altráð, at hon leypir kanningarstjóran um og tað er burtur úr vón og viti at koma við misáliti nú, sigur Jenis av Rana.
Tí ger hann greitt, at Miðflokkurin fer ikki at atkvøða fyri misálitinum.
Ístaðin mælir hann til, at kanningarstjóri verður settur, tí her eru so nógv ivamál reist og hann mælir eisini samgonguni til at taka undir við tí.
Høgni Hoydal sigur, at andstøðan hevur roynt í ein heilan mánað at fáa ein kanningarstjóra, men tað hevur verið til fánýtis, tí samgongan vil ikki.
Og nú viðurkennur Høgni Hoydal, at tað fer ikki at eydnast anstøðuni at fáa undirtøku fyri einum kanningarstjóra
Tí er tað ikki rætt, at vit hava lopið tað liðið um, sum eitur kanningarstjóri, sigur Høgni Hoydal.










