Tað gjørdist Burton Albion, ið skal møta Fleetwood í League Two play-off finaluni eftir 2-2 móti Southend.
Burton Albion hevði eina 1-0 leiðslu frá fyrru hálvfinaluni á heimavølli, og tað sá rættiliga gott út, tá Marcus Holness gav útiliðnum eina tvey máls leiðslu eftir 21 minuttum.
Men vertirnir vóru á odda 2-1 í hálvleikinum, takkað verið fantastiska saksasparkinum hjá Ryan Leonard, og einum headara frá Anthony Straker.
Man Adam McGurk skoraði í seinna hálvleiki og sendi harvið Burton í play-off finaluna, har Fletwood bíðar.