Burn: VÍF koppaði greiða oddaliðnum í Vestmanna

VÍF er nú tvey stig frá øðrum plássinum

Savnsmynd

Ein dystur var í kvøld leiktur í Burn mansdeildini.

 

Í høllini í Vestmanna eydnaðist tað VÍF at koppa greiða oddaliðnum, H71 við einum teprum 36-35 sigri. Í steðginum var VÍF á odda 21-19.

 

Filip Jojic var stórskjútti hjá VÍF við 12 málum, og hann fekk eisini heiðurin at seta sigursmálið í netið við einum brotskasti. Blaðungi Boas Ellefsen á Skipagøtu var við 10 málum toppskjútti hjá H71.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum VÍF og H71, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd