Burn: Team Klaksvík-VÍF útsettur vegna vánaligt veður

Dysturin skuldi vera leiktur klokkan 19 í kvøld

Vánaligu veðurlíkindini og koyrilíkindini í kvøld hava havt avleiðingar fyri kappingina í Burn mansdeildini.

 

Norðlýsið skrivar, at dysturin millum Team Klaksvík og VÍF, ið skuldi byrja í Badmintonhøllini í Klaksvík klokkan 19 er avlýstur.

 

Ringu koyrilíkindini úr Vestmanna til Klaksvíkar er orsøkin til avlýsingina.

 

Enn er ikki staðfest nær dysturin verður spældur.