ígjár leiktu Kyndil og StÍF finaluna í niðara endaspælinum í Burn Mansdeildini í høllini á Hálsi í Havn.
StÍF vann eina spennandi finalu við einum máli. Dysturin endaði við 29-28 sigri. Í steðginum vóru strandingar á odda 15-12.
Jóannes Prestá gjørdist toppskjútti hjá StÍF við átta málum. Kristoffur Bjørgvin gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum.
StÍF fekk steyp og ein kekk uppá 10.000 krónur fyri at vinna niðara endaspælið.
Kyndil-StÍF 28-29 (12-15)
Málskjúttar Kyndil: Kristoffur Bjørgvin 10, Anders Risdal 4, Jóan Pauli Patursson 3, Mads Lindkvist 3, Jákup Jørgensen 3, Ovi Lützen 2, Andrias Bárðarson 1, Tróndur Wardum 1, Heini á Heygum 1.
Málskjúttar: StÍF: Jóannes Prestá 8, Ivan Mrdalo 5, Sveinur Justinussen 4, Bjarni í Selvindi 4, Steinar Prestá 2, Pætur Johansen 2, Pætur Barclay 2, Trúgvi Hávardsson 1, Bjartur Már Guðmundsson 1.












