Burn Showdown: Sterkar kvinnur koma úr Danmark

Fyri fystu ferð verður útlendsk luttøka til Føroya sterkasta kvinna

Aftur í ár verður kappingin, Føroya sterkasta kvinna, ein partur av Burn Showdown. Í fjør vóru tríggir føroyskir luttakarar, men í ár verða eisini tveir danskir luttakarar við í kappingini.

 

- Fyri fyrstu ferð naktatíð er altjóða luttøka í Strongwoman kappingini, sum eisini er FM-kapping. Tað koma tvær sterkar kvinnur úr Danmark at kappast við, sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyriskipari.

 

Í fjør vann Tóra Martinssdóttir frammanfyri Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni, meðan Jóna Nicolajsen bleiv nummar trý. Í ár verða tvey føroysk umboð og tvey donskumboð.

 

- Strongwoman er ein nýggj grein í føroyskum hopi, sum er í holt við at mennast. Nú vóna vit, at hetta kann blíva ein fastur táttur og fleiri fara at bjóða seg fram við tíðini, sigur Jákup Súni Berg, sum eisini hevur luttikið í nógvum sterksmanskappingum í síni tíð.

 

Føroya sterkasta kvinna verður fríggjakvøldið 16. november í høllini á Hálsi. Meðan føroysku umboðini kappast um FM, so kappast øll fýra um Burn Showdown strongwoman heitið.