Til Burn Showdown 2017 var Sjómnastak á skránni, sum ein av fleiri ítróttargreinum. Hóast mangur føroyingur hevur tikið sjómanstak, so meldaði ongin seg til. Nú koma altjóða luttakarar til Burn Showdown 2018, sum verður í novembur.
Les eisini: Burn Showdown fær altjóða góðkenning
- Vit royndi í fjør, men tað bleiv avlýsti, tí ongin meldaði til. Nú hava vit fingið tveir føroyingar, men eg vil so gjarna hava hetta við. Tí hava vit verið eftir luttakarum úr Grønlandi, Danmark, Týsklandi og Bretlandi, sigur Jákup Súni Berg, fyriskipari.
Hann heldur fyri, at sjómanstak – nevnt armwrestling á altjóða máli – er somikið spennandi og undirhaldandi, at tað mátti koma á skránna í ár. Meðan sjómanstakið helst hevur verið yvir køksborið ella okkurt líknandi, so verður tað undir meiri skipaðum virðurskiftum.
- Tað verða fýra ”Super Match”, sum tað verður rópt. Tað er tá tveir møtast og leggja arm, og best av seks vinnur. Vit hava eisini fingið eitt sjómanstak-borð frá World Armwrestling League til høvið, og koma at brúka teirra reglar, sigur Jákup Súni Berg.
Sterkir menn
Hann sigur eisini, at talan er um avbera sterkar menn, at tað ikki altíð sæst aftur á vektini. Eitt nú kemur ein týskari, sum er tiltikin, men bara vigar 75 kilo. Tó situr øll styrkin í arminum, sum Jákup Súni Berg málber seg.
- Hann skal ikki undirmetast fyri sína vekt. Tí armarnir á honum eru at samanbera við hydralik. Tað er ikki óvanligt at hann leggur menn, sum viga yvir 100 kilo, sigur fyriskiparin.
Sjómanstak er ikki at spæla við og tað er vandi fyri at koma til skaða, um ein óroyndir leggur arm við ein royndan. Tí verður eisini skipað soleiðis, at tað er um javnt sterkar mótstøðumenn í dystunum.
Sum skilst, so er hetta fyrstu ferð, at altjóða ”Armwerstling” kapping er í Føroyum. Burn Showdown 2018 verður 16. og 17. novembur.










