Annað árið á rað verður Burn Showdown, sum er eitt tiltak fyri fleiri ítróttargreinar og vakurleikakappingar. Talan verður um eitt enn størri tiltak í ár, har Mixed Martial Arts, eisini nevnt MMA, verður ein partur av tiltakinum.
Talan verður um sjey dystir. Fimm amatørdystir og tveir sokallaðir ”pro” dystir, sum eru fulltíðar kemparar. Her verður lagt afturat, at mangan er amatørdystirnir spennandi og hendingaríkir, tí talan er um kemparar, ið vilja vísa seg fram á stóra pallinum – ella ”The Cage”, sum tað verður rópt í MMA samanhangi.
- Sjálvt um dystirnir eru bólkaðir upp í amatør og pro, so skulu amatør dystirnir ikki undirmetast. Ofta eru teir líka undirhaldandi at hyggja eftir, tí amatørarnir vilja vísa seg og eru ikki bangnir fyri at geva fólki ein góðan dyst, sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyrireikari.
Sjálvt búrið kemur til landið í komandi viku, men verður ikki sett upp fyrr enn stutt fyri kappingina. Amatørdystirnir eru tríggjar ferðir tríggjar minuttir, meðan Pro-dystirnir eru tríggjar ferðir fimm minuttir.
- Vit hava gjørt samstarv við MMA Galla úr Danmark, um at verða ein partur av Burn Showdown 2018. Tað hava tey játtað og fara at finna okkum "kemparar" úr Danmark, Norra, Svøríki og Bretlandi, sigur Jákup Súni Berg, sum er høvðusfyriskipari av tiltakinum.
Føroyska umboðið er Luis Pellecer, ið er ein av stovnarinum av føroyska Jin Jitsu felagnum. Hetta er aðru ferð, at MMA verður í Føroyum. Hesa ferð sum ein partur av Burn Showdown vikuskiftinum 16. og 17. novembur í høllini á Hálsi. MMA dystirnir verða fríggjakvøldið 16. novembur. Dómari verður Nicolai von Bülow.
Kempararnir eru:
Oliver Hempel Jørgensen
Kevin Stefano Jensen
Simon Søgaard Seiler
Philip Nyborg Andreasen
Prince Avanu
Jakob Bodholdt Siris
Joans Coudt Nielsen
Jonas Troest Petersen
Roger Valdimir Huerta Silva
Delshad Ben Morad
Mario Lukanovic
Petter Andrew Gifford
Rune Haraldsen Robertsen
Pro-dystirnir eru:
Dystur 1:
Delshad Morad - Svøríki
Jonas Troest - Danmark
Dystur 2:
Roger Huerta - Danmark
Jonas Courdt - Danmark