Til sterkamanskappingina, sum verður í dag klokkan 18.15 til 20.15 verður ongin minni Zydrunas “Big Z” Savickas úr Litava ein av luttakarunum.
Litaviski risin verður javnan rópur heimsins sterkasti maður – nakrantíð. Hann hevur fýra ferðir vunnið kappingina, Heimsins sterkasti maður. Umframt tað, so hevur hann vunnið Arnold Classic heilar átta ferðir, men hevur seinastu tvey árini stríðst við nervaskaða.
- Seinastu tvey árini hevur hann ikki havt tey bestu úrslitini. Vit hava haft vitjan av honum í Føroyum fyrr, og tá hevur hann ikki verið upp til sítt besta. Men seinastu tíðina hevur hann vunnið tær kappingar, hann hevur verið við í, og alt tíður á, at Big Z er aftur, sigur Jákup Súni Berg, høvuðsfyriskipari fyri ”Burn Showdown”.
Kappingin kemur at hava ein altjóða dám, tí seks altjóða risar koma á vitjan, meðan føroyska íslettið er Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen.
Sterkir menn:
John Pollock
Zydrunas Savickas
Joachim Gustavsson
Mikkel Leicht
Laurence Shahlaei
Ole Martin Hansen
Bjarni Nielsen
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Bjarna Nielsen og Laurence Shahlaei á Rás2 fyrr í dag.