Burn: Málríkur javnleikur millum StÍF og Kyndil

Christian Bonde tryggjaði StÍF javnleik tá níggju sekund vóru eftir

Tað endaði við einum málríkum javnleiki millum StÍF og Kyndil í dystinum í Burn mansdeildini í høllini á Skála.

 

Dysturin endaði við javnleiki 32-32. Í steðginum var StÍF á odda 17-15.

 

Christian Bonde javnaði fyri StÍF til endaligu støðuna 32-32 tá bert níggju sekund vóru eftir av dystinum. 

 

Fyri StÍF er talan um eitt týdningarmikið stig í kapprenningini við Team Klaksvík um tað seinna FM-fjórðingsfinaluplássið.

 

Martin Toftanes Danielsen var toppskjútti hjá StÍF við 10 málum. William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71133953326319
 VÍF123893226718
 KYNDIL133633412215
 KÍF13337350-1313
 NEISTIN12316335-1912
 STÍF13365401-366
 TEAM KLAKSVÍK12309393-845