Tveir teir seinastu dystirnir í Burn mansdeildini vóru leiktir seinnapartin í dag.
Í høllini í Vestmanna eydnaðist tað Kyndli at vinna tepran 29-28 sigur á VÍF.
Tobias Thisen skoraði sigursmálið tá níggju sekund vóru eftir at leika.
VÍF var annars á odda 18-14 í steðginum.
Hallur Arason var toppskjútti hjá VÍF við 10 málum. Tobias Thisen var toppskjútti hjá Kyndli við 12 málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin 30-24 á StÍF. Í steðginum var StÍF annars á odda 15-14.
Erik Karlsson og Niklas Drayton Gaard vóru toppskjúttar hjá Neistanum við seks málum hvør. Sveinur Justinussen og Pætur Barclay skutu fimm mál hvør fyri StÍF.
Kappingini í Burn mansdeildini verður tikin upp aftur 23. og 24. januar.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 10 | 332 | 275 | 57 | 16 |
H71 | 10 | 312 | 252 | 60 | 15 |
KYNDIL | 10 | 284 | 250 | 34 | 14 |
NEISTIN | 11 | 286 | 305 | -19 | 11 |
KÍF | 10 | 256 | 279 | -23 | 8 |
TEAM KLAKSVÍK | 10 | 263 | 324 | -61 | 5 |
STÍF | 11 | 297 | 345 | -48 | 3 |