Burn: H71 vísti onga náði móti klaksvíkingum

Hoyvíkingar vunnu ein knúsandi stórsigur á Team Klaksvík

Verandi steypavinnararnir og grundspælsvinnararnir, H71 vunnu í kvøld ein knúsandi stórsigur á Team Klaksvík í dysti í Burn mansdeildini.

 

Dysturin í Hoyvíkshøllini endaði við 43-13 sigri til Hoyvíkingar. Í steðginum vóru 15 mál á muni. Tá var H71 á odda 24-9.

 

Jákup Egholm var við 11 málum stórskjútti hjá H71. Við fimm málum var Jónas Sólsker toppskjútti hjá Team Klaksvík.

 

Í morgin klokkan 15 spæla Kyndil og Neistin dyst í høllini á Hálsi, og klokkan 15.30 byrjar dysturin í høllini í Kollafirði millum KÍF og StÍF.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og Team Klaksvík, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##