Deildarmeistararnir, H71 eru framvegis á lívi í FM-hálvfinaluuppgerðini móti VÍF.
Hesaferð vann H71 greitt í Hoyvíkshøllini í aðru hálvfinaluni aftaná 38-41 tap í Vestmanna í fyrstu hálvfinaluni.
Í kvøld gjørdist talan um greiðan 35-27 sigur til H71, ið var á odda 18-12 í steðginum.
Jákup Egholm var við 10 málum toppskjútti hjá H71. Filip Jojic var við 11 málum toppskjútti hjá VÍF.
Triðja og avgerandi FM-hálvfinalan verður leikt í Hoyvíkshøllini komandi mikukvøld klokkan 18.
Nú klokkan 20 byrjar seinna/onnur FM-hálvfinalan millum Kyndil og StÍF í høllini á Hálsi í Havn. Kyndil vann fyrru/fyrstu hálvfinaluna í høllini á Skála greitt við 41-29 sigri.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og VÍF:
##med2##












