Ein dystur var leiktur í Burn mansdeildini í kvøld í høllini á Hálsi í Havn, har Neistin tók ímóti H71.
Tróndur Kragesteen skoraði til 30-29 til Neistan tá níggju sekund vóru eftir av dystinum. Men Neistin misti sigurin í allarseinasta sekundinum, tá Sveinur Olafsson javnaði til endaliga úrslitið 30-30.
Neistin var annars á odda 17-12 í steðginum, og tá seks minuttir vóru eftir at leika var Neistin á odda 28-24. Men við einum flottum endaspurti eydnaðist tað hoyvíkingum at knógva ein javnleik.
Pauli Høj var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Sveinur Olafsson, Ísak Vedelsbøl og Bogi Hansen skutu sjey mál hvør fyri H71.
Í annaðkvøld klokkan 19.30 vera tveir dystir leiktir í Burn mansdeildini. Í høllini á Hálsi í Havn tekur Kyndil ímóti KÍF, og í Badmintonhøllini í Klaksvík tekur Team Klaksvík móti VÍF.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| H71 | 11 | 342 | 282 | 60 | 16 |
| VÍF | 10 | 332 | 275 | 57 | 16 |
| KYNDIL | 10 | 284 | 250 | 34 | 14 |
| NEISTIN | 12 | 316 | 335 | -19 | 12 |
| KÍF | 10 | 256 | 279 | -23 | 8 |
| TEAM KLAKSVÍK | 10 | 263 | 324 | -61 | 5 |
| STÍF | 11 | 297 | 345 | -48 | 3 |











