Burn: H71 er FM-vinnari á sætta sinni í søgu felagsins

(Burn) KÍF beit væl frá sær part av dystinum, men tað rakk heldur ikki í dag

Fyri sættu ferð í søgu felagsins er mansliðið hjá H71 FM-vinnari. Hetta gjørdist veruleiki tá H71 í Hoyvíkshøllini í kvøld vann 3. FM-finaluna 29-24. Í steðginum var H71 á odda 16-13. 

 

H71 vinnur FM-finaluuppgerðirnar 3-0. 

 

Tá 24 minuttir vóru farnir var støðan 12-11 til H71. Fýra minuttir seinni var støðan 15-11 til H71, og eydnaðist tað hoyvíkingum eftir tað at halda eina frástøðu til kollfirðingar sum stríddust manniliga stóran part av dystinum í dag, men yvirmaktin var ov stór. 

 

Hetta er stórur dagur hjá H71, tí fyrr í dag vann kvinnulið teirra FM-gull á fyrsta sinni.

 

HER sæst dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##