Burn 1. FM-finalan málskjúttar

H71 vann 1. FM-finaluna av fimm møguligum

Í Burn mansdeildini er H71 á odda 1-0 í FM finaluuppgerðunum.

 

Spælt verður best av fimm dystum.

 

Seinnapartin vann H71 29-19 á KÍF í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var H71 á odda 13-10. Tað nærmasta KÍF kom í seinna hálvleiki var við støðuna 21-18 til H71. Tá vóru 48 minuttir leiktir. Men so dróg H71 frá KÍF aftur.

 

Mikukvøldið klokkan 19 spæla liðini 2. FM finaluna í høllini í Kollafirði. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

HER sæst dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##