Burkabann má viðgerast í friðartíðum

vit mugu ikki bíða til vit fáa avbjóðingarnar í Føroyum, sigur Jógvan Skorheim

Sjálvstýri hevur latið løgtinginum uppskot at forbjóða burka og niqab. Jógvan Skorheim, formaður í flokkinum, sigur, at hann væntar, at tað verður tað lagt fram skjótt eftir heystfrítíðina.

 

 

– Orsøkin til, at man tekur hetta upp, hóast tað ikki er ein avbjóðing í føroyska samfelagnum er, at vit hava bestu fortreytir at viðgera hetta á ein konstruktivan hátt, áðrenn tað verður ein trupulleiki í samfelagnum. Í øðrum londum verður hetta tikið í stórum álvara, og fleiri lond hava bannað burka og niquab, sigur Jógvan Skorheim.

 

 

– Reint politiskt er hetta ein tann besti mátin at gera tað uppá. Vit eru proaktiv, og gera lóggávu áðrenn vit fáa avbjóðingina. Vit hava millum annað eisini oljulóggávu, hóast vit ikki hava funnið olju enn, sigur hann.

 

 

Jógvan Skorheim noktar at hetta uppskotið er ein roynd hjá Sjálvstýri at flyta fokus.

 

 

– Vit royna ikki at flyta fokus, men vit vilja vera proaktiv og framtíðartryggja okkara virðir. Hetta má gerast í friðartíðum og ikki, tá kamparnir eru byrjaðir, staðfestir hann.

 

 

– Rætta loysnin er at loysa hetta málið, sum vit heilt víst fara at síggja í framtíðini og hini londini rundan um okkum hava avbjóðingar við, leggur hann afturat.

 

 

– Vit skulu yvirtaka útlendingaøkið skjótt, og tað er umráðandi at vita, hvørjar lóggávur man hevur á økinum, leggur hann afturat.

 

 

Hann vil vera við, at talan eisini er um at verja javnrættindi, og at burka og niqab eru kúgandi fyri kvinnuna.

 

 

Jógvan Skorheim vísur aftur, at Sjálvstýri við hesum er vorðin ein meiri høgravendur flokkur.

 

 

– Vit eru ein flokkur á miðjuni, og tað hevur týdning at seta fokus á mál og virðir, sum endurspegla føroyska samfelagið, sigur hann.

 

 

– Eg veit ikki, hvat úrslitið verður, men hetta er ein máti, at fáa okkara virðir á blað, og tryggja at føroysk lóggáva endurspeglar okkara virðir, leggur hann afturat.

 

 

Hann greiðir frá, at málið verður lagt fram sum uppskot í Løgtinginum, og síðani er tað upp til Landsstýrið at gera reglar fyri, hvussu ein slík lóggáva skal orðast, áðrenn uppskotið kemur aftur fyri Landsstýrið. Jógvan Skorheim sigur seg enn onki hava hoyrt frá hinum flokkunum um uppskotið.