– Uppskotið, sum Sjálvstýri hevur latið tinginum, um at forbjóða burka og niqab er ein liður í einum dehumaniserandi og fremmandgjørdum retorikki, sum vit síggja í Evropa í dag. Hetta er ódámligt og ógangligt, sigur Lív Patursson, virkandi aðalskrivari fyri føroysku deildina hjá Amnesty.
Les eisini: Burkabann má viðgerast í friðartíðum
– Amnesty hevur greiða fatan um forboðið, sum ger seg inn á hugsarnar-, samvitsku- og trúðarfrælsi og eisini inn á grundleggjandi talufrælsi. Øll hava rætt til at hava sínar áskoðanir og bera tær fram, og rætturin fevnir seg eisini um, at man kann lata seg í sum man vil.Hetta er ein grundleggandi menniskjarættur, sum vit hava, sigur Lív Patursson.
Hon leggur afturat, at tey á Amnesty ery fegin um, at Sjálvstýri vil arbeiða við kvinnurættindum, og tey mæla til, at flokkurin ístaðin ger tiltøk, sum kunnu tryggja kvinnum eitt gott lív uttan ótta og vanda fyri tvingsil og diskriminatión og ágangi