Tað ljóðar sum ein skemtisøga, men sambært blaðnum NY Daily er tað púra vist, at tað verður eitt Burger King brúdleyp í næstum.
23 ára gamla Ashley King skal giftast við 24 ára gamla Joel Burger, og tað verður av sonnum eitt Whopper brúdleyp. Tey bæði er úr statinum Illinois og eru vaksin upp í sama býi, har tey funnu saman í studentaskúlatíðini.
NY Daily skrivar ikki, hvar matskráin til brúdleypið verður, men tað kundi verið, at Burger King letur eina gávu.