Føroyski stuttfilmurin við heitinum BURDEN er, saman við sjey øðrum norðurlendskum stuttfilmum, komin í finaluna í stuttfilmakappingini REClimate, sum er útskrivað í samband við 15. klimaráðstevnuna COP15, sum í ár verður í Keypmannahavn í desember.
Inn komu 126 stuttfilmir, harav tveir úr Føroyum. Átta av innkomnu filmunum eru nomineraðir.
Tað eru næmingar á HT á Tekniska Studentarskúlanum í Klaksvík sum hava gjørt filmin.
Vinnandi filmurin verður avdúkaður á sjálvari ráðstevnuni tann 8. desember 2009.
Nomineraðu filmirnir kunna síggjast og meira lesast um kappingina á: